Nú eru síðstu tíðir, og Jesus kemur skjótt

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í 1991.

1. Nú eru síðstu tíðir, og Jesus kemur skjótt
og yvir allan heimin, so sigur Skriftin, brátt
vil Guð frá Himli senda ein Andans náðistreym,
Guðs fólk skal profetera, skal sígga, týða dreym!

Niðurlag: :,:Vit hoyra súð eins og regn,:,:
síðlaregnsins tíð ei farin er, á, nei, á, nei!
Jesus er hin sami nú sum fyrr,
um tú bara opnar hjartadyr!

2. Eins og Elias sá tað, so síggja vit eitt tekn:
Eitt lítið skýggj, sum veksur og gevur síðlaregn!
Í Andanum vit longu nú hoyra regnsins sús,
sum grøðina skal búna so at hon fæst í hús!

3. Lat síðlaregnið sleppa at væta hjarta títt,
og fyri Andans salving nú opna hjartað vítt!
Skal síðlaregnið streyma til onnur gjøgnum teg,
frá innast og til uttast tað væta fyrst má teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin