Nú fara tey

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

1. Nú seta tey á teymarnar,
nú ljóðar mál á bunka.
Brátt hoyra vit um streymarnar
motorar aftur dunka.
So fara tey, so fara tey
um havsins aldu síðu
at vinna hesum landi breyð,
øll førini tey fríðu.

2. Nú liva tær í skugganum
í langtan tímar langar.
Nú standa tær í glugganum
og hyggja út um tangar;
so oyðið er í fjøruni,
í túni gongur valla;
tí farin eru førini,
alt mannkyn við at kalla.

3. Og langar verða løturnar,
tó vóna tær í treysti,
at liva fer um gøturnar,
tá komið er at heysti;
tá finnast aftur tær og teir,
su mstýra millum landa
og vinna breyð – og vinna meir –
úr havsins svára vanda.

FavoriteLoadingGoym tekstin