Nú farast allar rósur, nú følnar hvørt eitt strá

Orð: Emilie Thorup
Lag: Jógvan á Lakjuni
Týtt: Ismar Joensen
Upprunaheiti: Nu falmer alle roser

1. Nú farast allar rósur, nú følnar hvørt eitt strá,
við frosti kemur vetrartíðin kalda.
Enn blómar tó ein rósa, hin fagrasta, eg sá,
sum aldri ein í mold skal vita fjalda.

2. Hon upprann í Guds hjarta, við krossins fót hon fann
sín gróðrarmátt í Jesu djúpu sárum.
Sín lit og anga fekk hon av blóðinum, sum rann.
Áh, lív, áh, vøkstur, størst av undrum rárum.

3. So mong ein jarðarurtin við rósunavni her
seg prýðir – áh! sum leyv hon burtur gulnar.
Men um hin himmalrósa í barmi tínum er,
tú trýrt, at deyðin tapa skal til fulnar!

4. Meg knógvar eingin vetur, men várið ævigt er,
tí eg á krossins gátu trúgva vildi,
og á mín veg her niðri, hvørt stig mín fótur ger,
sær Jesus mín við kærleika og mildi.

5. Áh, góði Gud, hav tøkk fyri smáblómur á jørð,
sum kærleikin oss fyri fót man breiða.
Ja, góði Gud, hav tøkk, at tín vinur, ein og hvør,
skal ævigt hava rósuna at eiga!

FavoriteLoadingGoym tekstin