Nú fer vekingarlot yvir landið

Aage Samuelsen
Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Nú fer vekingarlot yvir landið,
Andans eldur nú brennur við kraft!
Guðs almáttuga hond,
slítur fjøtur og bond;
kraftin streymar frá Himlinum!

2. Gleðisongur nú hoyrist um landið!
Nasarearin Jesus er her!
Náðigávur Hann ber,
kraftargerðir Hann ger;
enn í dag Hann hin sami er!

3. Vaktarrópið nú fer yvir landið:
Jesu koma er trúliga nær!
Lat Guðs eld brenna bjart,
so at arvin tú fært;
ver til reiðar og fastur statt!

FavoriteLoadingGoym tekstin