Nú fiskur er á grunnunum

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Norskt fólkalag

1. Nú fiskur er á grunnunum
og besta fiskitíð.
Nú bátur fer av lunnunum,
og nú er foldin fríð;
tí grønar gerast skorarnar,
øll hyljareygu blá.
Nei hoyr, nei hoyr motorarnar,
ið strúka út úr vág.

2. Og hygg! teir fara klinkandi
har fram við bergsins fót,
og ei er ferðin minkandi,
um streymur ber ímót.
Brátt havið bláa fevnir teir,
tað gevur fong og fæ
og letur mikið, stundum meir
tó aftur krevur tað.

3. Men sunnan kínir fjøllunum,
og sól ber vársins boð,
fær grasið fram á vøllunum
og stirdan fugl á flog.
Hon kagar inn í gjáirnar
og er so fjálg og góð,
tí læa allar áirnar
og kvøða vársins ljóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin