Nú gleði er í døprum hjørtum

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur um aldamótið.

Nú gleði er í døprum hjørtum,
– nú ljóma Drottins jól!
Í bølaniðu, náttum svørtum
upp rennur náðisól.
Um vetri valdar stormur stríði,
hjá okkum stendur friðareingil blíði,
og tá ið dagur fer um sýn,
tá Drottins ljós kring okkum skín.

Oss øllum miklan fagnað flytur
tann einglarøddin skær:
Tann Gud, sum hægst á himni situr,
er her á jørð oss nær.
Tann Gud, sum valdar himni háum,
hann hvílir nú í dýrastalli lágum,
tann Gud, sum sat í himnabú,
varð hold og býr hjá okkum nú.

O, Guds barn, nú er skaðin grøddur,
lat lætta sút og sorg!
Í dag er Jesus Kristus føddur
í Dávids halgu borg.
Hann sveiptur var, í fjøtrum borin,
eitt frælst Guds barn tú nú ert vorðið.
Hann tínar syndir tók á seg,
og við Guds dýrd hann skrýddi teg.

So skært og stilt nú stjørnur skína
á himnahválvi hátt,
við yndisrødd fram einglar trína
nú hesa halgu nátt.
O, hvat man himnadýrdin týða
og væna einglareystin blíða?
Um dýrd Guds faðirs, frið á fold,
um kærleik Guds, ið her varð hold!

O, dýrd, sum var á hæddum háum,
her birtist foldum á,
og er enn lív í æðrum várum,
vit lov tær syngja tá,
so leingi tungan enn kann tala,
og muður megnar orðum mæla,
hvønn andadrátt, hvørt æðraslag,
Guds einglar syngið dýrdarlag.