Nú gulnar gras um heiðar

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 26. oktober 2009

Nú gulnar gras um heiðar,
og blóman følnar fríð,
so naknir standa teigar
um mikkjalsmessutíð.

Nú fuglur hann er flogin
langt burt í onnur lond,
og bleiki morgunroðin
bert strýkur fjall og strond.

So følna vit og fara,
og lívið endar her,
tí einki við kann vara,
tað alt til grundar fer.

Um tíðin títt man tita
og stutt várt æviskeið,
tó vit í trúnni vita,
at Gud vár broytist ei.

Tá vit frá foldum fara
tað vára vón tí er,
at lívið við skal vara
í hini nýggju verð.

FavoriteLoadingGoym tekstin