Nú hevji barnamál seg hvøll

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ester Hallander
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1962.

Nú hevji barnamál seg hvøll
til himins høga sal;
og faðir vár í síni høll
oss signing senda skal.

Á hesum Harrans degi glað
vit sessast her í frið;
av hjarta øll vit sanna tað:
Gud stendur oss við lið.

Vit hoyra úr hans Halgu bók
um himins fagra stað,
um hann, sum vára syndir tók,
vit fegin læra tað.

Vit hoyra her um líðing Krists,
um deyð á Golgata:
Hann syndir várar bar so vist
av reinum kærleika.

Vit enda so við faðir vár,
Við Jesus egnu bøn.
Tøkk Gud, sum yvir øllum stár,
tøkk fyri náðiløn.

FavoriteLoadingGoym tekstin