Nú hitar sólin bjarta land og hav

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein

1. Nú hitar sólin bjarta land og hav,
í urtagarði fagrar blómur anga,
firvaldar flagsa, ongan mást tú fanga.
Týn ei tað lív, sum sólin veingir gav!

2. Vilt tú sum eg, í hond vit taka stav
og burt frá bygdum langar leiðir ganga,
vit dvølja millum heygar løtu manga,
tá vaknar mangt, sum fyrr í barmi svav.

3. Í sólarbrandi glógva fjøll og sker, –
og varrar minnast, veitst tú nakað betur?
Kring heyg og túgvu heiðafuglur letur
frá morgunstund, til sól til viða fer.

FavoriteLoadingGoym tekstin