Nú hjarta mítt má syngja

Orð og lag: Gunnar Mikkelsen

1. Nú hjarta mítt má syngja –
í míni sál er vár –
meg einki meir man tyngja,
Gud grøddi míni sár.
Eg syngi songin sæla,
alt gloymi eg, sum var.
Lat Orðið til mín tala,
ver trygd og troyst hjá mær.
Lat Orðið til mín tala,
ver trygd og troyst hjá mær.

2. Nú sál mín glað man kenna,
Gud loysti míni bond,
hann eld sín letur brenna,
meg leiðir Harrans hond.
Úr sálardýpi sendi
eg takkarbøn til hann,
sum tonkum mínum vendi,
so frelsuna eg vann.
Sum tonkum mínum vendi,
so frelsuna eg vann.

3. Tú, Gud, sum hevur givið
mær Andans lív og ljós,
við tær eg einans livi
og gangi tína kós.
Eg kendi tína megi,
og sálarfrið eg fann.
Tær prís á hvørjum degi
eg fróur syngja kann.
Tær prís á hvørjum degi
eg fróur syngja kann!

FavoriteLoadingGoym tekstin