Nú hvørja ferð, eg síggi stjørnu falla

Orð og lag: Theofil Engström
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: Du fallna stjärna

1. Nú hvørja ferð, eg síggi stjørnu falla,
sum ikki longur lýsir himli á,
eg hugsi um ta fjøld, ið syndin kallar,
sum fjakkar vónleys fyri vind og vág.

Niðurlag: Áh, falna stjørna á fjarum stað,
áh, vend nú aftur, kom heim í dag.
Teg Jesus elskar og kallar nú,
áh, falna stjørna, lýs aftur tú.

2. So mong ein sál er her á mínum leiðum,
sum einaferð var eldhugað og glað,
nú er hon stødd á heimsins myrku heiðum,
sum fallin stjørna langt frá faðirs stað.

3. Men hoyr, mín vinur, falna stjørna, kæra,
ein leið er aftur heim til Frelsaran.
Um tú í Jesu opna favn vilt fara,
tú aftur hvíld og gleði finna kann.

4. Sig, skalt tú einaferð í Himli vera,
har aldri nøkur stjørna falla kann?
Sig, skalt tú gylta sigurskrúnu bera
og allar ævir skoða Frelsaran?

FavoriteLoadingGoym tekstin