Nú Jesus teg kallar og sær biður fylgja

Orð: Sören Janson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Nú Jesus teg kallar og sær biður fylgja,
mást tú ikki ivast og drála so!
:,:Hann kann fara um teg, til onnur sær venda,
tá hevur tú spilt tína náðitíð!:,:

2. Nú hoyrir tú rødd Hans av nýggjum teg kallar,
og Frelsarans útrættu hond tú sært;
:,:á, kanst tú enn drála og náðina spilla?
Kann vera, tú kallið ei aftur fært!:,:

3. Nú Jesus teg kallar og blítt til tín talar,
Hann bjóðar tær frelsu, Hann bjóðar frið.
:,:Hann synd tína tekur, tað versta tú eigur,
tær gevur tað besta í ævir við.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin