Nú kanst tú hava tað so gott

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Søgan endurtekur seg,
tú hevur aftur svikið meg.
Eg helt, at tú var bara mín,
men í gjár var annað lag,
tú spældi púra líkaglað,
tá ið eg ringdi til tín.

Tú kanst hava tað so gott,

tí eg havi fingið nokk!

Eg gekk runt har sum eitt spott,

- tú kanst hava tað so gott!

Áh, tann tápulingur eg,
at eg trúði uppá teg!
Eg varnaðist ikki títt spæl.
Meðan kettan úti var
á borðinum tú spældi tær,
men nú sigi eg tær farvæl!

Nú skal annað skinn um bak,
ikki meira møsn og kjak,
eg gráti ei meir yvir teg!
Sólin skínur á mín hatt,
hjartað kennist aftur lætt,
– eg fari mín egna veg!

FavoriteLoadingGoym tekstin