Nú komin er til handa

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Viðmerking: Umbiðin til brúdleyps 19. mai 1963. Broyttur í 2007.

Nú komin er til handa
tann søguliga stund,
at tit sum hjún her standa
so glað av hjartans grund.
Her skyldfólk heilsan bera
til brúðarpar í dag,
og tykkar gestir vera
í góðum vinarlag.

Vit her hjá tykkum sita
um hetta brúdleypsborð;
og nú tit heiman flyta,
í tykkar fedraspor
tit sjálv nú skulu stíga
og saman byggja bú,
at skjótt man tíðin líða,
tað best kann sannast nú.

Ja, so er lívsins lógin,
av Gudi skipað er,
at dóttir fer frá móður,
og sonur sama ger.
Eitt ættarlið fer undan,
eitt annað tekur við.
og saman vit til fundar,
her sita lið um lið.

Mangt kundu vit fram drigið
og tykkum givið ráð
tí yngra ættarliði,
ið kemur aftaná.
Men eitt, ið ber av øllum,
ei gloymt tað verður her,
tað kvinnum eins og køllum
er hentast, hvussu fer:

Lat Harran byggja heimið,
hav hann til tykkar gest,
tit hann í trúnni goymi,
tað hilnast allarbest.
Tit líti á tað verkið,
ið tykkum fullgjørt er,
og berið hátt hans merki,
ið hvar enn leiðin ber.

O, Gud, vit til tín leita
í bøn av hjartans grund,
at tú vilt signing veita
teim hvørja lívsins stund.
Tú veri teirra styrki,
væl styði tey tín hond,
og eftir lokið yrki
tey før á himnastrond.

FavoriteLoadingGoym tekstin