Nú komu boð við einglum dýr

Thomas Hansen Kingo
Orð: Thomas Hansen Kingo
Lag: Hardenack Otto Conrad Zinck
Týtt: Rólant Lenvig

1. Nú komu boð við einglum dýr,
at Guð skal gerast maður,
hans sonur, sum í himni býr
og heiðurs ríki ræður,
skal klæða seg í mannahold
á vári fold,
slíkt var ei hoyrt um ævir.

2. Til Nasaret Guðs eingil bar
tann boðskap, Guði hóvar,
Maria eina heilsan fær,
sum fagurliga ljóðar,
og Gabriel hann talar væl:
«Ver heil og sæl!»
ger bangnar sálir fróar.

3. «Vælsignað ver tú kvinna von,
Guð sá til tín í náði,
tú eiga skalt Guðs einkarson,
sum hevur alt í ráði,
sum rættir út sín veldisstav
um land og hav
til fólksins frið og náði.»

4. «Guðs kraft skal fylla tína sál,
og andan frá tí háa
við náði uttan mark og mál
tú skalt í førning fáa;
og Jesus er hans dýra navn,
tú fært í favn,
og skalt sum móðir skoða.»

5. O, Harra Guð, lat anda tín
meg læra tær at trúgva,
ger hjartað reint og huga mín,
so tú hjá mær kanst búgva,
at andaliga gitnan eg
kann bera teg
og aldrin frá tær snúgva.

6. So skal tín himmal í mær tá
við andans kreftum vera.
Mín sál, mítt hjarta, øll mín trá
skal móti Guði bera;
har klæðist eg í einglaskrúð
í himnabú,
ei meira synd skal gera.

FavoriteLoadingGoym tekstin