Nú leiti eg til tína náði

Orð: Hans Thomissøn
Týtt: Jákup Dahl

1. Nú leiti eg til tína náði
og gevi meg tær í hond,
tú hava skalt meg í ráði,
meg leiða skulu tíni bond.
Ta stund, eg á foldum eri,
meg lívga skal trygdin tín,
títt orð eg sum skjøldur beri,
til tín stendur hugur mín.

2. O, Jesus, dagstjørnan bjarta,
sum ljós og lív er mær.
Eg takki tær av hjarta
fyri ugga og aga frá tær.
Ger lutir mínar so reinar,
áðrenn eg skal dømast av tær,
sum gull og dýrastu steinar,
sum sólin so bjørt og skær!

3. O, Jesus, tú lívsins drottur,
tú hoyrdi nú, hvat eg bað!
Meg verja skal tín máttur,
tá altíð mær lundin gerst glað.
Tú send mær einglavernd tína,
tá eg hiðan sovna skal,
frels meg frá helvitis pínu,
før meg í himmiríkis sal!

FavoriteLoadingGoym tekstin