Nú letist aftur eyga mítt

Orð: Jákup Dahl

1. Nú letist aftur eyga mítt,
men Guð, títt ljós lat lýsa blítt,
tín sterka, góða verndarvong
tú breiði yvir mína song!

2. Mær, faðir, fyrigev alt tað,
sum ilt eg gjørdi henda dag,
at søtan her eg sovna má,
við Guð og menn í frið og náð!

3. Gev mær, at eg á evstu stund
má sova sælan friðarblund;
hin myrka gravarbústað ger
mær heimligan sum stovan her!

4. Mín sál sær finni hvíld í tær,
og hvíl tú, Guð, í brósti mær,
so eg hvønn dag her foldum á
í øllum góðum batna má!

5. Hjálp mær á hvørji morgunstund
at koma glaður á tín fund;
og tá mín sól til viðar fer,
mær lívsins sól og ljós tú ver!

FavoriteLoadingGoym tekstin