Nú líður mót tí enda

Orð: Mikkjal á Ryggi

1. Nú líður mót tí enda,
tá runnið er mítt skeið.
Eg tøkk tær, Guð, vil senda,
sum beindi mína leið!
Á lættum veg sum svárum
tú altíð gekst mær hjá.
Í brosi sum í tárum
eg miskunn tína sá.

2. Tað er mín besta gleði:
Mín Guð meg svíkur ei.
Á náttartíð og degi
hann stýrir míni leið;
um eg á gøtu glíði,
hans hond mær heldur fast;
um rangan veg eg stígi,
hann talar at mær hvast.

3. Tá deyðin við meg nemur,
mær Jesus rættir hond
og náðiríkur kemur
mær heim í lívsins lond,
og blíðan við meg sigur:
«Her er títt rætta heim!
Her sæla er og friður!
Kom inn til Harrans gleim!»

4. Hoyr songin har frá øllum:
«Í himmiríkis borg
er gleði Guðs í høllum
og útihýst øll sorg;
her skoða allar tíðir
vit Harrans dýrdarljós:
Her syngja einglar blíðir
várs faðirs prís og rós.»

FavoriteLoadingGoym tekstin