Nú liggur ein kavafonn tindi á

Orð: Símun av Skarði
Lag: Vísulag

1. Nú liggur ein kavafonn tindi á
og gler er í áum og tjørnum
og stormurin leikar um fjøllini há,
nú er einki veður hjá børnum.

2. Nú dagurin líður og nátt er long,
og glerpípur hanga í taki,
og títtlingur høvur sítt undir vong
nú stingur hálvdeyður í raki.

3. Nú sita smábørn í stovu still
og lurta so væl eftir søgum
um menn so góðar og trøll so ill,
sum livdu í avgomlum døgum.

4. Vit hoyra um Øskudólg, dreingin tann,
ið kongsdóttur fekk sær til brúður,
um krákudóttir, ið fekk ein mann,
ið var sær ein kongssonur prúður.

5. Og vit hoyra sagnir úr fornu tíð
um Trónd og um Sigmund hin reysta,
um bardagar miklar og harðligt stríð,
um vápnaleikin hin mesta.

6. Tær søgur, tær søgur, tær ljóða væl,
tær leggja vit okkum í minni,
tær læra vit fegin í hópatal
á kvøldi í stovuni inni.

7. Men uppaftur sólin vil ljóma á fjøll
á fagrasta hásummardegi
og blómubros leikar um víðan vøll,
tá fáa vit almikla gleði.

FavoriteLoadingGoym tekstin