Nú ljómar dýrdardagur

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Valdimar Briem
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur 22.mai 2007.

1. Nú ljómar dýrdardagur,
hin dimma nátt er svunnin svá,
at friðarbogi fagur
Guds faðirs himni glampar á.
Um deyðans jarðarhálvur
nú dýrdarljósið skín,
Guds sonur, Jesus sjálvur,
er sól og gleði mín.
Í loyndum eingin longur
nú fer á Jesu fund,
men frælsur, glaður gongur
til Guds á halgu stund.

2. Til Jesus Krist, mín kæra,
eg komi nátt og ljósan dag,
hans orð er kært at læra,
mær býður í sítt samfelag.
Eg fegin enn vil frøast,
um Jesus, ástvin mín,
hvørt eg má endurføðast
sum barn og sonin tín:
sum barn við blúgvum sinni,
sum barn í reinu trú,
sum barn, ið signing finni,
– tað lovar børnum tú.