Nú lýsnar alsamt, dagurin er nær

Orð: Carl Hyllestad
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Nú lýsnar alsamt, dagurin er nær,
náttin svinnur burt og ljósið veingir fær;
sí, dagsins koma greidligt boðar mær:
Jesus, Hann kemur skjótt!

Niðurlag: Ja, sum eitt stormríð fer frá staði og til stað
skal ljóða yvir jørð sum túsundrøddað lag:
Títt Orð, Tað er vár vón, vár kraft, várt sigurslag,
Jesus, Hann kemur skjótt!

2. Hygg, ætt eftir ætt er vaksin upp
við trælalívsins kor og ritualsins bond!
Nú myrkrið dvínir fyri Harrans hond,
Jesus, Hann kemur skjótt!

3. Av deyða vakt nú verða fleir og fleir,
synd og myrkur fer, ei verðin dregur meir.
Vit ganga fram við svørði Sannleikans,
Jesus, Hann kemur skjótt!

FavoriteLoadingGoym tekstin