Nú mánin aftur lýsir

Orð: Matthias Claudius
Lag: Johann Abraham Peter Schulz
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: Der mond ist aufgegangen

1. Nú mánin aftur lýsir,
og gylta stjørnan vísir
seg aftur klár og blíð.
Á fjalli friður kemur,
og hvíti mjørkin nemur
við grøna ong og bratta líð.

2. Eg skoði mánans boga,
sum hálvan síggi loga,
men heilur tó hann er.
Á sama hátt Guds gáva,
men oftani vit snáva
og gávu Guds hálvt skoða her.

3. Gud Faðir, stjørnan bjarta,
nú gleðist alt mítt hjarta
í tínum sannleika.
Og meðan lív mítt rennur,
og logi mín enn brennur,
gev mær eitt barnasinni tá.

4. Tá kalda náttin kemur
og við mítt eyga nemur,
Gud, gev mær tá tín frið
og vís mær tína náði,
so tína troyst eg fái;
gev øllum mínum hana við.

FavoriteLoadingGoym tekstin