Nú, meðan Andin dregur

Orð: William Ellsworth Witter
Lag: Horatio Richmond Palmer
Týtt: Knút E. Háberg

1. Nú, meðan Andin dregur,
kom, syndari, kom,
trúgv, og tú lívið hevur,
kom, syndari, kom.
Um tú fært Frelsaran síggja,
kom, syndari, kom,
tað veitir lívið hitt nýggja,
kom, syndari, kom.

2. Bindur teg syndin, sorgin,
kom, syndari, kom.
Í dag, men ei í morgin,
kom, syndari, kom.
Ikki hann burtur sær vendir,
kom, syndari, kom,
men kærleikssmíl sítt tær sendir,
kom, syndari, kom.

3. Hoyr, hann teg bønar,
biður, kom, syndari kom,
tær væntar sæla, friður,
kom, syndari, kom.
Nú, meðan Andin teg dregur,
kom, syndari, kom,
trúgv, og tú lívið tá hevur,
kom, syndari, kom.

FavoriteLoadingGoym tekstin