Nú megi mín og evni fjara

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 15. mars 2009.

Nú megi mín og evni fjara,
og ellismerkt er likam mítt.
Eg hugsi um tann stóra skara,
sum hevur góða stríðið strítt.
Foreldur, systkin, børn so smá,
ið farin eru foldum frá.

Við kærleiks bondum knýtt vit vóru,
so minnisrík mong løtan var
við tykkum, sum her undan fóru,
tit vóru okkum dýrabar.
Nú tóm mong smáttan er at sjá,
og illgresi grør gøtum á.

Lat saknin tó ei tyngja sinnið,
og syrg ei, sál, her uttan vón.
Men legg tær Harrans orð í minni,
at birtast skal tann mikla sjón,
tá Krist í skýnum er at sjá,
og Guds børn upp frá deyða stá.

Ta stund skal einki meir oss skilja,
vit møta skulu øllum teim,
sum gravarmyrkrið vildi hylja,
tí tá vit komin eru heim
at vera Harra várum hjá,
sum her á jørð vit trúðu á.

O, sæla stund! tá ið vit síggja
tey kæru andlit himni á
í Guds Jerúsalem tí nýggja,
har aldri meir vit skiljast tá.
Gud, troystið oss í teirri trúgv,
at vit í himni eiga búgv.