Nú myrkur fellur á

Orð: Margaret W. Brown
Lag: Howard L. Brown
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: When twilight shadows fall

1. Nú myrkur fellur á,
og kvøldið komið er,
vit fram til tín, áh, Frelsari,
nú stíga vilja her.
Á hesum friðarstað,
sum dagur fer í kav,
vit vilja fegin takka fyri
alt, tú okkum gav.

2. Takk fyri kærleik tín,
sum lívgar okkum her.
Vit prísa tær, áh, Frelsari,
tú uppi okkum ber.
Títt samfelag er dýrt
og kærleikssól tín skær –
vit fyri tey og tína náði
vilja takka tær.

3. Vár Harri og vár Gud,
mót tær vit eru vend,
og tøkk til tín, áh, Frelsari,
mót trónuni er send.
Og tá á morgni sól
úr kavi lyftir seg,
tá leið tú okkum enn ein dag –
um tað vit biðja teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin