Nú nemur náttin við smærur

Christian Matras
Orð: Christian Matras
Lag: Jógvan Waagstein

1. Nú nemur náttin við smærur.
Nú dimmir í blánandi líðum.
Nú hoyrist so náttarvarur
ein meldur av ljódligum íðum.

2. Og áin um midnáttartíma
slær doyvandi ljóð út um fløtur.
Og fólk eins og skuggar rýma
um tún og um døggvátar gøtur.

3. Og fjallið hvílist í kvirru.
Bert dunið frá dimmilunda.
Nú durvar eitt hav í kyrru.
Til bóla seyðirnir stunda.

4. Nú blunda blóma og smæra.
Nú skýmir um røkur og líðir.
Ein varligur dráttur í tara
Nú náttiv um oyggjarnar sígur.

FavoriteLoadingGoym tekstin