Nú nígur sól á havsins barmi

Orð: Dmitry Stepanovich Bortnyansky (1-2 ørindi) og Kajfinn Hammer (3. ørindi)
Lag: Ukrainskt fólkalag. Je prie (Kol slaven)
Týtt: Kajfinn Hammer (ørindi 1-2)

1. Nú nígur sól á havsins barmi,
roðin hímar troyttu jørð;
nú blikar døgg á blómuhvarmi,
lognið lygnar vík og fjørð
við náttarhvíld á náðarørmum,
festi hvørs mans í tungum hørmum.

2. Eg fevni náðarhendur tínar,
Frelsari, á bønarstund;
í loyndri beri brestir mínar
tignarkvæmur á tín fund.
Við fótskør tíni, tær í vøldum,
hyl meg í tínum kærleikstjøldum.

3. Á veingjum morgunroðans foldin
endurfødd hin hinsta dag,
nú úthvíld dregur anda moldin,
kveikir lív als skapnings slag.
Sum morgunsól í ljósins ríki
eg rísa skal í dýrdarlíki.

FavoriteLoadingGoym tekstin