Nú Romarbrævið 8 mítt heim er vorðið mær

Orð: Peder I. Ramskud
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Nú Romarbrævið 8 mítt heim er vorðið mær,
eg búði har sum lítil – nú eri aftur har.
Ímeðan havi eg tó tíverri reikað um
og vitjað havi mangan mangt syndarligt eitt rúm.

2. Eg flutti inn har Lastin hon rak sítt vistarheim,
eg livdi, sum mær lysti í gaman og í gleim;
har dámdi mær jú frálíkt, fekk mangan søtan blund,
men gjørdist heilt forfardur, tá ið eg sá húsins grund!

3. Eg flutti við tað sama, eg sá hvønn veg tað rak,
tí skjótt man húsið falla við buldur og við brak!
Tað stóð jú dygst á Avgrundarinnar myrku trom,
til grundar við tí fer einhvør, út haðan aldri kom!

4. Eg leitaði upp Ærunnar heiðurskrýnda hús,
har falnir andar livdu sítt lív í sús og dús;
men gakk, ov lítið virdur har slapp eg ikki inn,
har stóð eg útihýstur, ein sál so særd og svinn!

5. So fann eg fram til Ríkdómsins hús við mikið knoss,
men har fekk eg at vita, at har var ikki pláss!
Eg mátti liggja úti og tonkti: Nú er well,
nei, aldri meir eg vitji aftur Marglætsins hotel.

6. Men so kom eg til at minnast mín barndóms Frelsara
og heimið har á heygnum, sum kallast Golgata.
Eg snúi við tað sama, eg mátti venda við
til Romarbrævið 8 – har fann mítt hjarta frið!

FavoriteLoadingGoym tekstin