Nú síðan Jesus loysti meg

Orð: Charles J. Butler
Lag: James M. Black
Týtt: Victor Danielsen

1. Nú síðan Jesus loysti meg,
á jørð ein Himmal eigi eg;
ímillum stríð og sorgir her,
at kenna Jesus Himmal er.

Niðurlag: Ja, tað er Himmal longu her,
at syndin fyrigivin er;
til lands, til sjós – hvat ger tað, hvar!
Har Jesus er, tað er Himmal har.

2. Fyrr Himmalin langt burtur lá,
til, Jesus, eg títt andlit sá;
men nú er hann í brósti mær
og aldri, aldri enda fær.

3. Hvat ger tað, hvar eg ferðast skal,
á tindin upp, í djúpan dal,
um smátta, borg mítt tilhald var!
Har Jesus er, tað er Himmal har.

FavoriteLoadingGoym tekstin