Nú eg siga vil tær um mín Frelsara

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í 1992.

1. Nú eg siga vil tær um mín Frelsara,
fram um alt Hann møtti mær við kærleika;
Hann til allar tíðir gjørdi undur stór,
frelsti meg frá glatan – syndabyrðan fór.

Niðurlag: Jesus, bara Jesus, er mítt gleðilag,
hjartað flýtur yvir av gleði hvønn ein dag.
Um í royndarstundum eg so nívdur var,
veit eg tó at Jesus altíð er mær nær.

2. Tá hin falna kvinnan kom til Sikars brunn
nýggjan lovsang legði Hann í hennar munn!
Fram í hennar lívi breyt eitt ævigt vár,
og úr hennar’ hjarta fleyt ein kelda klár!

3. Minnist tú teir tíggju so spitalsku menn?
“Grøð Tú okkum, Jesus!” – róptu teir ísenn!
Allir gjørdust reinir, burt var sorg og sút,
Jesus, bara Jesus, fríaði teir út!

FavoriteLoadingGoym tekstin