Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð

Orð: Símun av Skarði
Lag 1: Johan Peter Emilius Hartmann
Lag 2: Christoph Ernst Friedrich Weyse
Viðmerking: Yrktur í 1907.

1. Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð,
hon lívgar blómurnar, á foldum vaksa;
nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð,
og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.

2. Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong,
til dagsins yrki fer hann nú so lættur;
og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong,
hann vitjar til ungar sínar aftur.

3. Mítt eyga hevur notið ein tryggan, góðan blund,
í Harrans hond so søtt eg havi sovið;
Guds undurverk eg skoði í hesi morgunstund,
við songi eg Gudi mínum lovi.

4. Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Gud,
mær givið evni til títt verk at skoða;
fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út,
– nú sólin í fjøll og líð man roða.

FavoriteLoadingGoym tekstin