Nú sólin sær søkir hav

Í skýming á trøðni, eg hómi á lónni,
har dandar eitt æðupar.
Fuglurin letur, sólin hon setur
meg minnist her alt, sum var.
Ein farri av farnari fornari tíð
tað kennist sum alt gongur aftur.
Kellingará tutlar fossinum frá.
Meðan sólin sær søkir hav.

Skýmingaskuggar, – ei hómast gluggar
meg frøðir eitt farvuspæl
Røðin av tindum, í skiftandi myndum
ein sjón, sum mær hóvar væl.
Hvør túgva, hvør lág, hvørt grógvandi strá
úr øllum nú minni tala.
Titandi fet, – eg kenni hvørt vet.
Meðan sólin sær søkir hav.

Ritubergsskarið – ein syngjandi varði
títt margfaldafuglasjóð.
Letur ein spógvi, svarar ein kjógvi
hoyr láin sítt eyðkenda ljóð.
Men uppi í dimminum hómi eg enn,
seg mýr’snýpan stoytir á høvdið
alt hetta spæl, meg minnist so væl.
Meðan sólin sær søkir hav.

Kempur so seigar, løgdu inn teigar
úr haga til grønkandi bø.
Harðvunnar hendur – garðurin stendur
Við klípum frá hæddum í støð.
Her stóðu teir kropnir við haka í hond.
teir saksaðu, veltu og gróvu.
Treiskir teri bygdu á kroppinum land.
Meðan sólin sær søkir hav.

Smábarnaføtur – í traðkaðar gøtu
so skjótt skifti ættarlið.
Piltur til abba, flytast av stabba
brátt næsti stóð undir lið
Skjótt tíðin her rann, á øllum hon vann.
Bert fossurin kvøður í elli
hann stóð jú har – sá eldast hvørt par.
Meðan sólin sær søkir hav.

FavoriteLoadingGoym tekstin