Nú spæla Vestmenn ein vals

Martin JoensenBogi Olsen
Orð: Martin Joensen
Lag: Bogi Olsen

Nú rennur aftur ein morgun úr havsbrúnni upp,
sólin skínur á vaknandi vág.
Í loftinum bláa fer fuglur á flog
hugagóður at savna sær strá.
Har niðri á bryggjuni raknar alt við,
maskinurnar fara í gongd.
Á virkinum heilsast tey og remba sær,
– náttarvaktin fer beint heim í song!

Vikuskiftið var strævið hjá onkrum, tað sæst:
“Góði, eigur tú tvær Panodil?”.
Onnur smílast so loyndarfull, murra eitt lag,
jú, har stendur so nógv betur til!
Harmonikan ekkóar enn millum hús,
leygarkvøldið var dansur í høll!
Jú, har var veitsla og vinir og vónir og vín!
Har var várligur valsur um vøll!

Áh, tá varð dansað, áh, hvør romansa!
Harmonikan er nógv best her í verð,
og nú spæla Vestmenn ein vals!

Áh, her varð valsað, – tango og salsa,
tað duga vit ei, vit mugu á skeið,
nei, nú spæla Vestmenn ein vals!

Og skjótt, so er kaffi og Elis er frá,
sig mær, hvat kanst tú ynskja tær meir?
Panodilirnar virka og veðrið er gott,
tað koma væl dansikvøld fleir!
Harmonikan fær sær ein tiltrongdan blund,
til hon aftur til arbeiðis skal.
Næsta leygarkvøld bjóðar hon aftur til dans,
so valsa vit aftur so væl!

Tá verður dansað, áh, hvør romansa!
Harmonikan er nógv best her í verð.
Og nú spæla Vestmenn ein vals!

Tá verður valsað, – tango og salsa
tað duga vit ei, vit mugu á skeið,
nei, nú spæla Vestmenn ein vals!

FavoriteLoadingGoym tekstin