Nú sprettur á fold og spírar

Orð: Andreas Andreassen
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Nú sprettur á fold og spírar,
brátt summar í hondum er;
nú grønkast heiðar og mýrar,
brátt búnast øll krákuber.

2. Nú tysja túsundtals urtir
av burðarbúnari jørð.
Nú kámast minnini burtur
um storm og stálfrystan svørð.

3. Nú láta láir í lyngi
og æður um ytstu sker;
nú lundin flýgur í ringi,
og ternan um heiðar fer.

4. Nú pisur úr koppi kaga,
– Gud signi tey smáu nev –
í lofti, bergi og haga
fæst fuglur við fegið strev.

5. Nú leikar seiður á íðum;
av æti er sundið reytt.
Nú hongur mjørkin í líðum,
og havið er stoytt við klett.

6. Alt ljómar á ljósum degi
og teskar um miðju nátt:
Far út og nør tína megi,
hoyr summarsins andadrátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin