Nú strýkur vár um heimlandsvøll

Orð: Martin Luther
Lag 1: Melchior Wulpius
Lag 2: Knút Olsen
Týtt (1971): Tummas Napoleon Djurhuus

1. Nú strýkur vár um heimlandsvøll
við lýkkutámi millum fjøll;
nú fánar fonn, og grasið grør,
nú vaknar aftur heimlandsjørð.

2. Hoyr vestanlot og veingjasús
og vakurt flytifuglabrús,
nú tjaldur, lógv við lát og gleim
úr suðurlondum venda heim.

3. Og vársins fuglaparadís
við frøði syngur Harrans prís
og lovar lívsins Gudi hátt,
hvørs skaparverk er ævigt gott.

4. Eg við vil syngja gleðisong,
sum fuglur yvir vársins ong,
og takka Gudi manga ferð,
mær loyvi gav at liva her.

FavoriteLoadingGoym tekstin