Nú stundar mót nátt og nú myrknar alt meir

Orð: Leonard Gudmundsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Nú stundar mót nátt og nú myrknar alt meir,
o, Jesus, kom inn til mín nú
og opna mítt eyga at síggja Teg klárt,
tí signa meg kann bara Tú.

Niðurlag: Kom inn til mín, Jesus, Tú kennir mín tørv,
at Tú kanst mær hjálpa í dag;
mær tørvar Teg, Jesus, í lívi og deyð,
til sigur meg førir avstað!

2. Kom inn til mín, Jesus, og lýs upp Títt Orð,
so troyst eg kann heinta harfrá.
Títt Orð er jú ljós fyri einhvønn, sum trýr,
kom, vís mær hvørt lyfti og ráð.

3. Vit vita, Tú kemur og heintar oss skjótt,
tá fáa vit arvin í lut!
Tá skulu vit síggja Teg, Frelsari vár,
vár Himmalski Kongur og Guð!

FavoriteLoadingGoym tekstin