Nú svevur hon

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Nú svevur hon sín søta blund
og droymir um ta stóru stund
tá sólin aftur sær á hann
sum hon í dag sær fann

Hennar hjarta dansar endaleyst
við hann er hon nú allarbest
eitt bros á varrum sigur frá
at hann er henni hjá

Nú er nátt
men tað er gott
at bíða til næsta dag
tá hon hitta skal tann vin
hon hevur sæð

Tey ganga bæði hond í hond
og sita so við sjóvarstrond
hon torir ei at siga hart
hvat nú er henni kært

Men í lotinum hon hoyrir tá
seg sjálva siga honum frá
at innast inni veit hon væl
hvønn hon nú elska skal

Enn er nátt
men tað er gott
at bíða til næsta dag
tá hon hitta skal tann vin
hon hevur sæð

Munnu tey vera saman
tá ið næsti dagurin er av
kanska tey fara hvør til sítt
tá ið sólin fer í kav
men hon veit tað er satt
at hon hevur valt rætt
tí hon kennir tað nú á sær
lat hana droyma um tann vin
hon hevur sæð

FavoriteLoadingGoym tekstin