Nú syngur hátt mítt hjarta

Orð: Sivert Aklestad
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Nú syngur hátt mítt hjarta, tí Kristus lív mítt er,
nú frígjørd sál mín brennur, sum fyrr var køld sum gler.
:,:Høgt vil eg Kristus bera, sum fagran blómukrans,
o, ja, tað besta her í heimi tað er at vera Hans.:,:

2. Hvør gott, at kunna goyma seg trygt við Jesu bróst;
alt annað har at gloyma og kenna alt so ljóst.
:,:Har frelsuna eg eigi, sum fagran blómukrans,
o, ja, tað besta her í heimi tað er at vera Hans.:,:

3. Hvør undurfult at skoða inn í Guðs kærleikshav,
og Andans fylling fáa, sum Guð í Kristus’ gav.
:,:Hans kærleika eg eigi, sum fagran blómukrans,
o, ja, tað besta her í heimi tað er at vera Hans.:,:

4. Og brátt skal Jesus koma at heinta síni heim;
eg veit, halleluja, at eg eri ein av teim.
:,:Har heima krýndur fái eg lívsins sigurskrans,
o, ja, vælsignað yvir øllum tað er at vera Hans.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin