Nú takkið Guði øll

Orð: M. Rinckart
Lag 1: Hans Jacob Højgaard
Lag 2: Joh. Crüger
Týtt: G. Bruun

1. Nú takkið Guði øll
við hjarta, munni, hendi,
sum signing sína oss
frá móðurlívi sendi;
alt tað, sum her í verð
oss fyri neyðum var,
og barnakor við Krist’
hans miskunn at oss bar.

2. Hin góði, ríki Guð
oss ævi vára fái
lív, gleði, treyst og frið
og signing, lívd og náði,
hann hjálpi oss hvønn dag
í náðini at stá
og náðiløn hjá sær
um tíð og ævi fá.

3. Lov veri, prís og dýrd
tær faðir, syni, anda,
tríeinur Guð tú ert,
ið bjargar oss úr vanda;
eyðmjúkiliga tær
vit bera lovsong nú,
so veiti tú oss styrk,
grundfest tú vára trú.

FavoriteLoadingGoym tekstin