Nú tann stundin koma má

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Nú tann stundin koma má,
haran skiftir litir,
steinstólpan so ferm og mjá
glað á garði situr.
Syngur um ein vakran dag:
“Harrin gevur korn og fræ;
yndisligt er várið,
ríkt eg ynski árið.”

2. Lógvin letur eymt og blítt:
“Heygar verða prýddir.”
Tjaldrið fima fer so vítt
yvir fjalsins víddir.
Mjørkin eins og ullarbond
ringir seg um fjallarond,
summarvónir ber hann,
og so lýggjur er hann.

3. Lambið gloymir vetrarneyð,
er so hjartans fegið,
turnar upp um hól og heyg,
jarmandi av gleði.
Út vil kúgvin sleppa sær:
vetrartímin langur var;
turt er hoyggj at gnaga;
nú er gras í haga.

4. Gleðist alt, sum gleðast kann,
signað summar biður.
Hiti yvir kulda vann;
tí er dýrd og friður.
Fuglur, menniskjan og djór
gloyma veturin, ið fór;
afturum fór glaður
summarmáladagur.

FavoriteLoadingGoym tekstin