Nú tíðin hon styttist, og skjótt verði eg

Orð: Alfred Samuelsen
Lag: Hart Pease Danks

1. Nú tíðin hon styttist, og skjótt verði eg,
har Jesus, mín Frelsari, er.
Eg síggi tey merki, sum hann fyri meg
fekk, tá ið hann var niðri her.

2. Ein undurfull náði, hann elskaði meg,
á krossinum lív sítt hann gav.
Mín Loysnari bleiv, tá hann ofraði seg. –
Ófatandi kærleikans hav.

3. Mín Harri og Frelsari, kundi eg tó
teg elskað, sum tú uppiber,
tær takkað og minst til, at tað er títt blóð,
sum halgan og reinan meg ger.

4. Ja, kanska í dag eg teg síggja skal fá,
hvør undurfull sjón verður tað.
Við loystari tungu tær lovsyngja tá
skal sálin hin æviga dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin