Nú tiga allir fuglar, nú skýmir víða hvar

Orð: Christen Holm-Isaksen
Lag: Kay Laugesen (Nu piber alle fløjter)

1. Nú tiga allir fuglar, nú skýmir víða hvar,
og lítli beiggi er av ferðum móður.
So leingi og so víða hann hevur fjakkað sær.
Nú minnist hann á dag, sum var so góður,
tá sólin skein og fuglar lótu fróðir.

2. Hann letur eygað aftur og minnist grønan bø,
har heimakúgvin seg í tjóðri flyttur.
Hon etur summardáar og beljar býtt: mø mø!
mót ungunum, sum eggjablommur littir –
teir gásarungar sum teir vóru fittir!

3. Á garði situr erlan og slettir velið títt;
“gómorin systi!” sigur beiggi blíður.
Ein bilsin músabróðir har stingur høvdið sítt
úr holi út – og innaftur hann smýgur.
“Søtt-søtt-søtt”, sigur erlan, tá hon flýgur.

4. So spakuliga fer hann um sóljugula veit,
har mýrisnípan undir bakka eigur.
Tey snípubørn har goyma seg trygg og mett og heit,
og mamma eymt teir brúnu veingir breiðir.
Áh, einki er so fitt sum fuglareiður!

5. Ja nú er summar komið, nú sólin vermir lond
og tveitir gyltar perlur yvir sjógvin.
Teir tjaldursflokkar ferðast so snjallir fram við strond,
og mjúkt í lofti floytar grái spógvin;
langt burt í haga einsligt letur lógvin.

6. Men her er hvíti sandur – so bátin út á flot!
Skjótt ferðast beiggi víða millum landa.
Tey kombikk gløa bilsin – og hvørva sum eitt skot.
Har var eitt sker, har skútan mundi stranda.
Ja havið goymir mangan duldan vanda.

7. So lættur gongur leikur tann líðulanga dag
í burturgoymda, kvirra dreymalandi;
har aldurunið tutlar sítt friðarliga lag,
og kvøldarsólin logar sum í brandi
á bláum hyljum, hvítum skeljasandi.

8. Tá tagna allir fuglar, tá skýmir víða hvar,
og lítli beiggi er nú blivin móður.
Nú heimaftur til mammu hann fer at fjakka sær;
hann minnist henda dag, sum var so góður,
tá sólin skein og fuglar lótu fróir.

FavoriteLoadingGoym tekstin