Eg nú um Jesus syngja vil

Orð: Malla Joensen

1. Eg nú um Jesus syngja vil;
við gleði kom hann jarðar til,
hans dýra blóð á krossi fleyt,
tað allar várar leinkjur breyt.

2. Eg sá hann hanga krossi á,
Guds Andi mær tað segði tá,
at fyri mína skuld tað var,
at fyri meg hann doyði har.

3. Tað skein eitt ljós í hjartað inn,
eg glaður varð í sál og sinn;
takk, at tú vísti mær hin dag
tað, eg ei áður hevði sæð!

4. At frelsuverkið fullgjørt er,
og nú tú býður øllum her
í Himmalin at koma inn,
hjá tær at hvíla sál og sinn.

5. Takk fyri kærleik tín til mín,
takk, at tú dró meg nær til tín,
tá sál mín langt av leið var stødd –
tú talaði, og hon varð grødd.

6. Ja, komið øll, sum eru móð!
Við krossin er ein hvíla góð,
har Jesus friðin geva vil,
tað var júst tað, sum hann kom til.

FavoriteLoadingGoym tekstin