Nú vakni øll úr svøvni glað

Christoph Ernst Friedrich Weyse
Orð: Jacob Hansen
Lag: Christoph Ernst Friedrich Weyse
Viðmerking: Yrktur í 1907.

1. Nú vakni øll úr svøvni glað,
nú náttarstundin hvarv;
nú sær mítt eyga ljósan dag,
nú byrjar dagsins starv.

2. Nú sólin vísir andlit blítt,
hon fer um fjørð og sund;
hon vermir arma hjarta mítt
og gleðir sára lund.

3. Hon minnir meg á morgun tann,
tá hann úr deyða stóð,
ið sigur yvir syndum vann
og yvir deyðans tjóð.

4. Ja, glaður hvør til dagsverk fer
í Jesu Kristi navn;
og tá ið tað at kvøldi ber,
hann førir oss í havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin