Nummar

Orð og lag: Terji Rasmussen

/:/ Eg eri eitt nummar
eg takið eitt nummar
alt lív mítt eitt nummar
men einki annað nummar
ið vil geva mær eitt nummar /:/

Hvar enn eg vendi mær
tú eyguni sendir mær
eg kann ei ferðast frítt í hesu verð
um tú spyr meg hvør eg eri
og eg svari tær sum er
tú bert minnir meg á
at mítt nummar nýtist her

Identitetur er
søga í hesu verð
eri bert eitt nummar í rúgvuni
vís títt ID, vís títt tal
tú hevur einki annað val
tað tú hugsar, hvør tú er
tað líkamikið er

Nú er summar
og tómir lummar
vin tín bummar
tí kassadamur dummar
ikki góðtaka títt nummar

FavoriteLoadingGoym tekstin