Nýggjur vetur

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Nú følna tey smáu veiku bløð á greinunum
bíða til næsta hvirla fer at taka tey
summarið er nú sum eitt gamalt menniskja
heystið sum eitt frískt nátúrligt barn

Siti við gluggan hyggi út á gøturnar – so tómar tær eru
gevi mær lítið far um hesa árstíðina – sum komin er
hugsi at kuldin ið livir millum menniskju
skapar hesa friðleysu tíð

Vælkomin nýggi ungi vetur
í tínum frísku vindum kann eg anda mátt
vælkomin nýggi ungi vetur
tað býr altíð ein onnur tíð í tær

og í várinum, í summarinum, í heystinum

Onga blómu ynda tey svongu – tá várið er
politiskir fangar síggja ikki sólina – tá summarið kemur
tey fátæku sáddu, hvussu bleiv við grøðini, tá heystið kom
og er ein atomvetur í nánd

Hvør dálkar land og hav – alt árið runt
hvør týnir fólk og fæ – alt árið runt
hvør sendir ungar menn í kríggj – alt árið runt
nær kemur ein árstíð fyri okkum øll

Vælkomin nýggi ungi vetur
við vónum um eitt vár, har vit aftur planta lív
við boðum um eitt styrkjandi summar
og eitt rættvíst og fruktabært heyst

eitt vár, eitt summar, ein vetur næsta ár
eitt heyst, ein vetur, eitt vár og summar í mong ár

FavoriteLoadingGoym tekstin