Nýt hjálm

Heri NolsøeJóhannus á Rógvu Joensen
Orð: Heri Nolsøe
Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen
Viðmerking: Yrktur í 1994.

Tá tú súkklar avstað,
so ver í hjálmi.
Minst til hesi ráð,
tryggur ert tú tá.

Hann er vakur at sjá,
í føgrum litum,
og hann verjir teg væl,
minkar skaðatal.

Nýt hjálm.
Nýt hjálm.
Nýt hjálm. – Tað gera vit.

Áh, so stuttligt tað er,
og frísk er luftin,
út at súkkla í dag,
øll nú fara avstað.

Til vinstru hygg fyrst,
og so til høgru.
Met um ferðina væl,
so tær væl gangast skal.

Nýt hjálm.
Nýt hjálm.
Nýt hjálm. – Tað gera vit.

Tá tú súkklar avstað,
so ver í hjálmi.
Minst til hesi ráð,
tryggur ert tú tá.

Hann er vakur at sjá,
í føgrum litum,
og hann verjir teg væl,
minkar skaðatal.

Nýt hjálm.
Nýt hjálm.
Nýt hjálm. – Tað gera vit.

FavoriteLoadingGoym tekstin