O, Drottin, ljós og lívið mítt

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Páll Jónsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2002.

O, Drottin, ljós og lívið mítt,
tær veri lov um verøld vítt,
tær lovi alt, sum anda rørir,
og alt, sum signar tú og nørir.
Nú nýggjur dagur ljóman ber,
og náttin myrka horvin er.

Og alt, sum livir, lívgar tú
við ljósi tínum, faðir, nú,
og føðir aftur kæru tíni,
eg enntá reis av legu míni
og minnist tað, at miskunn tín
í skærum morgunroða skín.

Títt bjarta ljós nú minnir meg
á skylduna at elska teg,
sum tað av náð mær lýsa letur,
so fløtt eg liggi dimmar nætur.
Tín dýrdarsól ta heilsan ber:
Á, Drottin, sum tú góður er.

Títt sæla ljós, sum lýsir mær
til dagsins verk at tæna tær.
O, lat meg alt í ljósi vinna,
í sannleiks ljósi orð tít finna,
í ljósi tínum ljósið sjá
og lívsins sigurskrúnu fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin