O, eitt land eg veit um

Orð: F. A. F. White
Týtt: Elias Hansen

1. O, eitt land eg veit um,
tað so vakurt er, sum
í Guðs Orði oss sagt er um tað!
Har ei sorg kemur inn,
einki myrkir várt sinn,
og tíðin har ei fer avstað.

Niðurlag: Hetta fagra land er
ei sum okkara verð,
ei oyðandi stormur nær tað;
tess gøtur og lið
eru gullløgd øll við,
og har sólin ei setur ein dag.

2. Ævig trø vaksa har,
sum ei veturin nær,
og tess fruktir meir glitra enn gull!
Og við hørpu í hond
á tí skínandi strond
vár gleði skal tá vera full.

3. Frelsarin, ið har er,
elskaði hesa verð
og doyði í syndara stað;
og eg veit, eg skal ná
hetta land og har sjá
hin vin, trúgvin her hevur sæð.

4. Har eitt heim er í gerð
til hvønn syndara her,
sum trýr á hitt frelsandi blóð;
ævigt summar er har,
ein og hvør lovar Tær,
Tú, Guðs Lamb, sum í stríðinum stóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin