O, eydnuheim, har tú ert tann, ið stýrir

Týtt: Símun av Skarði

1. O, eydnuheim, har tú ert tann, ið stýrir,
tú vinur góði, frelsari so dýrur,
og har sum hvørja løtu gjølla sæst,
at tú ert gesta millum metin hæst.

2. O, eydnuheim, har hjørtu tvey sameinast
í trúgv og vón, har kærleiksleið er beinast,
bert lítla løtu deyðin skilnað ger,
men kann ei slíta band, ið knýtt er her.

3. O, eydnuheim, ið smábørn letur bera
í trúgv og vón til tín, har vard tey verða,
tí tú ert vinur, sum um heimsins gjálv
tey førir betur enn sum móðir sjálv!

4. O, eydnuheim, har eyðmjúk øll tær tæna
í starvi tí, sum tú manst teimum læna,
tí hvørt eitt starv er heilagt, balt og stórt,
tá fyri ásjón tíni tað er gjørt!

5. O, eydnuheim, har eingin teg burt gloymir
í løtum teim, tá gleðin heil fram stroymir,
har ein og hvør tann sál, ið særd er, mødd,
hjá tær, tú lækni besti, verður grødd!

6. Og so, tá eftir lívsstarv sól er dalað,
øll møta tær í himnaheimi sæla,
tú haðan komst, tú hagar fylgir teim
í ævinliga kærleiks friðarheim!

FavoriteLoadingGoym tekstin